Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 17.01.2017 (11:20)

H-bygningurin í tinginum

Løgtingið viðger júst nú eina heimildarlóg, sum gevur rættindi til at út- og umbyggja Landssjúkrahúsið.

 

Talan er um eina játtan uppá 634 milljónir krónur, men ein partur av pengunum er longu brúktur eftir einari aðrari heimildarlóg.

 

Í veruleikanum er talan um at byggja ein nýggjan bygning til Landssjúkrahúsið. Bygningurin skal bæði innihalda medisinska deild, psykiatriskan depil umframt kantinu, køk og annað,

 

Í hesum nýggja bygninginum koma eisini tvær háisolatiónsstovur. Hesar stovurnar skulu brúkast til at isolera fólk, sum hava sjúkur sum smitta illa.