Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 10.02.2017 (16:34)

Halda fram við samráðingum við Sambandsflokkin

Síðani á middegi hevur samgongufundur verið í Tinganesi, fyrst og fremst um samráðingarnar, sum í løtuni  eru um ein nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap.

 

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, hevur greitt frá samráðingunum og hvussu langt er komið higartil. Á fundinum var kjak um fleiri spurningar, men eftir fundin søgdu samgongufólk seg vera samd um at halda fram á somu leið.

 

Høgni Hoydal sigur, at samaðingarnar við Sambandsflokkin hava verið onstruktivar, men hann torir enn ikki at meta um, um tær røkka á mál.

 

Hinvegin so lovar hann framvegis, at eitt uppskot verður latið Løgtinginum áðrenn freistin at leggja uppskot fram er úti. Fyri at tíð skal vera til rímuligar hoyringsfreistir, so kann kortini vera, at uppskotið ikki verður viðgjørt fyrr enn hoyringssvarini eur komin innaftur, so tey kunnu verða ein partur av viðgerðini.

 

Umframt fiskivinnuan hevur samgongan eisini viðgjørt samráðingarnar um pensjónsreformin, sum eftir øllum at døma er við at nærkast einum uppskoti.