Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 21.11.2017 (10:05)

Hava ikki viðgjørt Kristin- og Bjarna-málið

Hóast Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, báðir tingmenn fyri Javnaðarflokkin, í sambandi við nýskipan av fiskivinnuni, ikki taka undir við sjónarmiðum floksins, so hevur lokala Javnaðarfelagið á Tvøroyri onki gjørt við støðuna.

 

-Nei, vit hava als ikki viðgjørt tað málið á nevndarfundi í felagnum, sigur Signar Dam, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.

 

Stríð hevur verið millum felagið og Kristin Michelsen, men tað var í sambandi við kommunuvalið.

 

-Ja, tað er rætt, men síðani valið hava vit ikki havt fund um júst hasi viðurskiftini, sigur Signar Dam.

 

Hann sigur, at í landspolitikki hevur als ikki verið nakað mál uppi, har felagið hevur hildið, at tingmennirnir ganga ímóti javnaðarhugsjónini beinleiðis. Hann leggur eisini afturat, at tað neyvan er taktiskt rætt at taka eitt slíkt mál upp nú, júst meðan samráðingar eru um eina nýggja samgongu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her