fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 10.7m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 09.06.2018 (12:51)

Heilsuskúlin burtur úr Suðuroynni

At Heilsuskúlin er í Suðuroy, er ein stór forðing fyri, at nóg mikið er av fólki, sum fær sær hesar útbúgvingarnar.

 

-Og tað ger eisini, at tørvurin á útbúnum fólki at taka sær av okkara gomlu er so stórur.

Tað segði Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn í Havn. Hon legði afturat, at tað so at siga er ógjørligt at fáa ungar kvinnur og menn at fara til Suðuroyar at fáa sær slíka útbúgving.

 

-Vit hava boðað politikarunum frá, at hetta er so, men enn er onki hent og tað er framvegis ómetaliga torført at fáa nóg mikið av útbúnum fólki til hetta starvsøkið, segði hon á landsfundinum hjá Framsókn fyrrapartin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her