fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 21.10.2017 (13:33)

Kanning: Føroyingar vilja banna burka og niqab

Føroyingar halda, at vit sku,u hava eina lóg sum bannar nýtslu av burka og niqab.

 

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjrørt fyri Sjálvstýri. Semja er millum kvinnur og menn um spurningin - í báðum førum eru tað søk 70 prosent, sum halda at vit fáa eina lóg ímóti burka.

 

Hyggja vit eftir, hvat fólk halda í ymsum aldursbólkum, so ynskja 75 prosent av teimum millum 50 og 80 ár at vit skulu hava eina slíka lóg, meðan tey yngstu - millum 18 og 29 ár -  ynskja 60 prosent, at vit hava eina slíka lóg.

 

 

Hyggja vit geografiskt at tølunum, so eru tað fægst í Eysturoynni, sum ynskir eina slíka lóg. 67 prosent siga, men flest eru í Sandoy og Suðuroy. Har eru sløk 77 prosent, sum vilja hava eina slíka lóg.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her