fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 08.03.2017 (20:26)

Kenna ikki avleiðingarnar

Uppskotið hjá landsstýrinum um nýskipan av fiskivinnuni hevur so mangar ósvaraðar spurningar, at felagið Nótaskip ikki sær seg ført fyri, greitt at siga hvørjar avleiðingarnar verða fyri uppsjóvarflotan.

 

Ein av reiðarunum, Kristjan Martin Rasmussen, sigur, at í uppskotinum og viðmerkingunum eru so nógvar mótsøgnir, at teir enn ikki duga at síggja hvørjar avleiðinganar verða, tá ið hetta uppskotið er samtykt.

 

 

Hann leggur afturat, at tað sær út til, at anti trust lógin fer at gera, at øll reiðaríini í uppsjóvarflotanum fara at minka. Hann sigur eisini, at Norðborg, sum er verksmiðjuskip fer at missa nógv av sildakvotuni, sum skipið annars er serútgjørt til at virka.

 

Í Løgtinginum í dag segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, tá ið hann svaraði einum spurningi frá Óluvu Klettskarð, Tjóðveldi, at onki av teimum feløgum sum fiska í dag fara at minka fyrstu komandi árini og at tey reiðaríni verða ikki rakt av anti trust lógini.