fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 10.11.2017 (16:49)

Kreppa: Meirluti ikki í samgonguni fyri fiskivinnunýskipanini

Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at sitandi samgonga í løtuni hevur ómetaliga stórar trupuleikar.

 

Helst kann staðfestast at kreppa er í samgonguni.

 

Orsøkin er, at samgongan nú alment ikki megnar at fáa allar 17 atkvøðurnar í samgonguni at atkvøða fyri fiskivinnunýskipanini.

 

Hetta stendur greitt eftir at samskifti hevur verið í samgonguni og formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur sagt, at Kristin Michelsen ikki tekur undir við uppskotinum og neyvan Bjarni Hammer heldur.

 

Hesin veruleikin  fekk samgonguleiðaran at kalla Miðflokkin inn og spurt um flokkurin møguliga kann gersast ein partur av samgonguni og á tann hátt tryggja samgonguni politiska lívið.

 

Endaligar samráðingar hava ikki verið við Miðflokkin, men onki bendir á, at flokkurin bara fer inn og stuðlar samgonguni. Fer Miðflokkurin í eina samgongu, so vil hann eisini, at samgongan eisinig eitt nýtt samgonguskjal.

 

Tað hevur ikki borið til at fáa fatur á teimum trimum floksformonnunum í samgonguni í dag, annað nn at løgmaður gjøgnum samskiftisráðgevan sigur, at hann hevur ongan viðmerking.

 

Politiska kreppan verður eisini á breddanum í tíðindunum á Rás 2 klokkan 17.30 ella í hálvleikinum í landsdysinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her