fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.07.2017 (14:29)

Løgmaður blæsir nýtt lív í samgonguna

 

GREINING: Fiskivinnunýskipanin  verður útsett at koma í gildi til 1.januar 2019 í staðin fyri 2018, men løgmaður trýr framvegis fult og fast uppá, at hetta fer at lata seg gera.

Taalan er tó bert um at fara frá fiskidøgum til kvotur, sum verður útsett.

Lurtar ein eftir ólavsøkurøðu løgmans, so trýr hann eisini fult og fast uppá, at vit fáa eina fólkaatkvøðu um stjórnarskipanaruppskotið flaggdagin næsta ár. Hetta uppskot verður lagt fram til almenna hoyring í dag.

Og løgmaður boðaði eisini frá, at pensjónsnýskipanin verður løgd fyri tingið í heyst.

Hetta eru tær tríggjar nýskipanirnar, sum hava verið á breddanum eina drúgva tíð nú.

Vit hava hoyrt mest um fiskivinnunýskipanina. Hon er helst tann, sum rakar flest fólk og okkara fiskivinnu mest.

Í røðu síni staðfestir løgmaður, at tað ikki hevur verið lætt at fáa semju um hetta stórmál. Andstøðan er ikki við í nýskipanini og hóast semjuna á Seglhúsloftinum á Tvøroyri, so er eisini torført at fáa øll samgongufólk at hava áralag.

Nú er tíðin til gildiskomuna fyri kvotaskipanina  longd. Spurningurin er um hetta er betri ella verri, tá ið um ræður at fáa politiskar semjur í lag. Tíðin styttist hjá samgonguni til val og tað kann fáa tingfólk at taka støður, sum tey annars ikki høvdu tikið.

Hinvegin er so nógv útliðið, at politiska skipanin kann neyvan bjóða vinnuni eitt so stutt skotbrá sum til nýggjárs. Tí hevur samgongan valt at geva málinum við kvotaskipanini eitt sindur av tíð afturat.

Hinar nýskipanirnar

Stjórnarnýskipanin og pensjónsnýskipanin eru eisini tvey stórmál, sum enn ikki er eydnast at finna breiðar semjur um.

Kortini fastheldur løgmaður, at fólkaatkvøða verður flagdagin næsta ár um stjórnarskipanina. Tað vil siga, at stjórnarskipanin skal vera endaliga samtykt og avgreidd frá Løgtinginum 25.oktober í ár.

Ivasamt er tó um fólkaatkvøðan verður, eydnast tað ikki løgmanni at fáa andstøðuna við  til at samtykkja stjórnarskipanaruppskotið.

Ongin flokkur vil, at eitt uppskot um stjórnarskipan ikki verður samtykt við eini fólkaatkvøðu.

Pensjónsnýskipanin verður løgd fyri tingið í heyst, men heldur ikki har er nøkur semja við andstøðuna.

Hesi málini eru so stór, at fæst ikki ein breið semja, so gevur tað so at siga onga meining at samtykkja tær.

Løgmaður hevur kortini vónina. Hann vísir á í røðu síni, hvussu neyðugt tað er at gera nýskipanir, serliga nú tað gongur so væl í samfelagnum.

Hann vísir á, hvussu illa vit hava dugað gjøgnum árini at gera tær neyðugu broytingarnar, tá ið tað gongur væl. Millum annað tí hava pendulsveiggini ofta verið so ógvuslig.

Nú skal Búskapargrunnur Føroya vera við til at dempa sveiggini, heldur hann.

Samanumtikið kann sigast, at løgmaður í røðu síni í dag, roynir at  blæsa nýggja orku í samgonguna. Tann møðin, sum serliga í ár er komin til sjóndar, skal burtur.

Tí er tað heilt avgerandi, at fiskivinnunýskipan verður avgreidd.

Fyrr enn tað er gjørt, megna tingfólk neyvan at taka aðrar stórar avgerðir.