fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 4m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 31.12.2018 (19:33)

Løgmaður: Eitt gott land við góðum vinnulívi og góðum fólki

Tað var einn takksamur og bjartskygddur løgmaður, sum helt sína seinastu nýggjársrøðu í hesum valskeiðnum.

 

Aksel V. Johannesen fegnaðist um, hvussu langt fram á leið vit eru komin í Føroyum. Hann helt, at sumt var broytt í landinum og lýsti tað við fólkatilflytingini og okkara sterka vinnulívi.

 

Hann vísti eisini á tað serføroyska, har vit hjálpa hvør øðrum, tá ið á stendur.

- Vit eru vorðin stoltari av okkara landi.

Samstundis hava vit fingið fleiri fyritøkur í heimsflokki.

Eina ferðavinnu, sum dregur fólk til Føroya.

Matstovur, sum vinna virðislønir úti í heimi.

Ein ungdóm, sum nemur sær útbúgving her heima.

Íverksetarar, sum tora at ganga nýggjar leiðir og sum verða virdir fyri tað.

Og tað er nú í lagi at víkja frá ella at takast við okkurt, ið er øðrvísi, segði løgmaður

Hann legði afturat:

-Hóast vit hava ómetaliga nógv at fegnast um, síggja vit mangan tað best, sum ikki virkar so væl. Vit eru skjót at gera smáar ósemjur til stórar kreppur. Vit eru skjót at leggja dent á alt tað, semja ikki er um, heldur enn tað, semjur eru um. Og við hvørt tykist tað, sum at tey ónøgdu fáa størri rúmd enn tey, sum eru nøgd, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í nýggjársrøðu síni.

 

Løgmaður undirstrikaði kortini, at hann heldur at sjálvandi skulu vit kjakast og viðhvørt harðliga. Ósemja er ein máttur í fólkaræðinum.

 

- Eg vóni, at vit í 2019 í størri mun varnast alt tað góða, sum vit síggja og uppliva í gerandisdegnum. Tað, sum gestir okkara síggja og undrast á, tá teir koma higar.

 

-Vit mugu minnast til at virðismeta hetta. Tí tað er eingin sjálvfylgja, segði løgmaður í kvøld.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her