fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 24.04.2017 (08:44)

Løgmaður og Hoydal burtur

Alt bendir á, at samgongan ætlaði, at ein semja skuldi verið komin undir land um fiskivinnunýskipanina nú, tí bæði løgmaður og landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum eru ella fara uttanlands í hesi vikuni.

 

Løgmaður er farin til Íslands, har hann skal hitta bæði íslendska forsetan og íslendska forsætisráðharran. Harumframt skal hann halda røðu á føroyska flagdagshaldinum í Íslandi flaggdagin.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, er eisini uttanlands hesa vikuna. Hann fer til London har hann skal hitta ovastan fyri russisku fiskivinnufyristingini, umframt at hann eisini skal hitta ES-kommiserin, sum hevur fiskivinnu undir sær.

 

Meðan Høgni Hoydal er í London skal hann esini halda røðu á flaggdagshaldinum í London í morgin. Sum skilst fer landsstýrismaðurin eisini til Brússel at halda ein fund afturat við ES um fiskivinnu.