fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 4.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 22.05.2017 (13:55)

Løgtingið frið til mánadagin

Heili 10 mál eru á dagsskránni hjá Løgtinginum í dag, men ætlanin er eisini at uppskotið hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um nýggja fiskivinnuskipan  verður lagt frami dag.

 

Tingfomraðurin, Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, hevur avgjørt, at nýggjur tingfundur ikki er aftur fyrr enn mánadagin. Hann sigur, at fyri tað fyrsta er Kristi Himmalferðardagur í vikuni og so kunnu tingfólk eisini brúka tíðina at lesa uppskotini um nýggja fiskivinnuskipan, sum eru løgd fram.

 

Tað er ikki vanligt, at tingið arbeiðir inn í juni, men soleiðis verður tað í ár.

 

Nýggj tingseta byrjar á ólavsøku og tey mál, sum ikki eru avgreidd áðrenn nýggja tingsetan byrjar, fella burtur.