Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 08.12.2017 (19:01)

Magni bjargaði uppskotinum fyri samgonguna

Eftir drúgva orðaskiftið kom uppskotið um fyrisiting av tilfeingi til atkvøðugreiðslu. Tað endaði við, at uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, fekk 16 atkvøður fyri og 15 ímóti.

 

Allan dag vóru gitingar um, hvussu atkvøðugreiðslan fór at enda, tí Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin, ikki var á fundinum í dag. Tað gjørdi, at atkvøddu øll, so hevði staðið á jøvnum og uppskotið hevði fallið.

 

Men sum ofta verður gjørt, so hevði Kristin Michelsen gjørt eina avtalu við   Magna Laksáfoss, Sambandsflokkurin um at "cleara". Tað vil siga, at so fer ein atkvøða burtur av, bæði hjá samgongu og andstøðu.

 

Tað gjørdi, at samgongan hevði meirlutan, tá ið atkvøtt var í kvøld.

At uppskotið nú er samtykt vil siga, at tað nú fer til 3.viðgerð. Ímillum 2. og 3.viðgerð ber til at gera broytingar, sum vit helst eisini fara at síggja í hesum føri.

 

3.viðgerð verður helst í næstu viku


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her