Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 06.01.2017 (10:03)

Málið um at gifta samkynd aftur í tingið

Málið um loyvi hjá samkyndum at giftast kemur aftur í Løgtingið.

 

Tað letur til at standa nokk so fast, eftir at samgongan hósdagin hevði ein langan fund um fleiri politisk mál.

 

Í lógini um hjúnaband er tað grein 14 stk. 2, sum hevur fingið nógva umtalu. Hjúnarbandslógin er danskt málsøki, men løgfrøðingar gera vart við, at kirkjan er føroyskt málsøki, og tí eru tað føroyingar, sum avgera, hvat hendir í kirkjunum.

 

Tí kemur helst eitt uppskot, sum setir forðingar fyri, at gift samkynd verða vælsignað í kirkjum. Hetta tí at upprunaliga var ætlanin at lógin um at loyva samkyndum at giftast ikki skuldi geva teimum rætt til eina kirkjuliga signing.

 

Upprunaliga var ætlanin, at hetta skuldi vera eitt mál, sum kirkjumyndugleikarnir taka sær av.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her