Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 04.03.2017 (15:17)

Martin móttikin á Glyvrum

Hann hevur longu verið til arbeiðis eina viku , nýggji Martin, sum er tænastuskip hjá Bakkafrost

 

Men seinnapartin í dag var móttøka fyri skipi og manning á Bakka á Glyvrum. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, beyð skipinum vælkomið umframt at landsstýrismaðurin við vinnumálum,eisini heilsaði skipinum og fyritøkuni fyri hetta átakið.

 

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen helt eina mergjaða røðu um vinnulívsmennirnar á Bakka og serliga um Martin, sum skipið er uppkallað eftir. Hann skýrdi Martin Jacobsen, ein av teimum trimum, sum byrjaði fyritøkuna, sum sannan vinnulívsmann við nýggjum tankum sum tíðliga at hava verið ein av teimum, sum vildi hava góðsku heldur enn nøgd í fiskivinnuni.

 

Terje Vestergaard sang ein sang, sum Hans á Bakka, sáli, hevur yrkt og millum røður og sang spædi hornorkestrið í kommununi.

 

Stóra mannfjøldin var boðin umborð at síggja skipið umframt at tey vóru boðin til eina máltíð í kantinuni á Bakkafrost aftaná.

 

Martin fer aftur í vinnu beinanvegin.