fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 09.07.2017 (20:23)

Miðalaldurin á skipum hækkandi

Miðalaldurin á føroyskum skipum er hækkandi.

 

Tá ið vit komu til ársenda í fjør, vísti tað seg, at føroysk skip hava ein miðalaldur uppá sløk 32,5 ár.

 

Seinastu fimm árini er miðalaldurin hækkaður við 30 mánaðum ella tveimum og einum hálvum ári.

 

Talið av føroyskum skipum og bátum í føroysku skipaskrásetingini er í sama tíðarskeiði - altso seinastu fimm árini - minkað úr 541 til 521.

 

Verður bert hugt at meðalaldrinum fyri fiskiskip, so er hann eitt sindur hægri - 34,7 ár. Tað sum dregur meðalaldurin niður, eru farmaskipini, sum eru munandi nýggjari í meðal.

 

Har er miðaldurin ikki meira enn góð 20 ár, meðan stuttleikabátarnir í føroysku skipaskránni eru munandi eldri - í miðal 48 ár.

 

Verður hugt eftir bruttotonsatalinum, so er tað góð 315.000 tons. Tá ið uppgerðin verður gjørdá tann hátt, so munar støddin á stuttleikabátum millum lítið og onki. a er tað fyrst og fremst handilsskipini og so fiskiskipini, sum telja.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her