Leita á in.fo

17.01.2017 (11:28)

Mugu tryggja hvør hevur ábyrgdina

Politiikarar óttast fyri at almennar verkætlanir verða dýrari enn upprunaliga ætlað.

 

Tað vísti framsøgukvinnan hjá Javnaðarflokkin, Helena Dam á Neystabø, á í sínari røðu. 

 

-Tað er ikki tí, at eg haldi at broytingar skulu gerast í lógini, men vit  mugu tryggja okkum, at vit vita hvør hevur endaligu ábyrgdina av, tí fíggjarliga. Vit hava ringar royndir av, at almennar verkætlanir gerast ov dýrar, segði Helena Dam á Neystabø.