fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 20.02.2017 (09:29)

Nærkast semju

Bæði Sambandsflokkurin og samgongan hava innanhýsis fundir í dag, har tey hvør sær fara at viðgera úrslitið av teimum samráðingum um fiskivinnuna, sum hava verið seianstu dagarnar.

 

Um vikuskiftið hava samráðingar verið og alt bendir á, at paartarnir eru samdir um, hvusssu pelagiska vinnan skal skipast. Í løtuni verður spurningurin um botnmfiskin og rættindini har viðgjørdur.

 

Tað eru serliga teir báðir Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sum hava samráðst, eins og Poul Michelsen, Framsókn.

 

Aksel V.  Johannesen, løgmaður, hevur verið burturstaddur og tað hevur Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum eisini verið.

 

Bjørn Kalsø og Magni Laksáfoss hava verið partur av ssamráðingartoyminum hjá Sambandsflokkinum.

Tá ið Sambandsflokkurin og samgongan hvør sær hava havt fund, skal tað seinasta fáast uppá pláss - um altso baklandini taka undir við úrslitinum.

 

Uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan skal latast Løgtingsins umsiting fríggjadagin.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her