fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 17.06.2017 (12:28)

Nevndarvirksemi í tinginum stórt

Tingfólk vóru send til hús fyri nøkrum vikum síåðani, hóast summarfrítíðin ikki er byrjað.

 

Orsøkin var fyrst og fremst uppskotið frá samgonguni um nýggja fiskivinnulóg. Lógin var lagt fram væl eftir seinasta framløgudag, so vinnunevndin skuldi hava tíð at viðgera uppskotið.

 

Tað vil siga, at vinnunevndin arbeiðir við fullari ferð og hevur fund aftur mánadagin. Umframt uppskotið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, viðger nevndin eisini eitt uppskot frá Fólkaflokkinum og eitt frá Sambandsflokkinum um sama evni.

 

Á fundinum mánadagin hevur nevndin eisini fleiri innkallingar av pørtum, sum varða av fiskivinnu og øðrum málum, sum nevndin viðgerð.

 

Eisini fíggjarnevndin hevur fundir í hesi vikuni. Millum annað skal eykajáttanarlógin viðgerðast.

 

Og landsstýrismálanevndin hevur eisini fund. Hon hevur - hóast hon kom við einari niðurstøðu fríggjadaagin - fleiri kæfur eftir at vðgera.

 

Tríggjar av kærunum er um Høgna Hoydal, landsstýrismann við fiskivinnumálum, og ein er um landsstýrismannin við samferðslumálum, Henrik Old.

 

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her