fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 4.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 22.05.2017 (10:00)

Nú kemur fiskivinnuuppskotið

Uppskotið um eina nýggja fiskivinnuskipan, sum landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, hevur lagt fram, er nú liðugt eftirkannað hjá umsitingini í Løgtinginum.

 

Fiskimálaráðið hevur fingið uppskotið aftur við viðmerkingum, so alt bendir á, at tað verður lagt fram í tinginum á tingfundinum í dag.

 

Uppskotið um fiskivinnunýskipanina er ógvuliga umfatandi og fer inn í nógvar galdandi lógir, so trygd skal vera fyri, at alt hongur saman, tá ið uppskotið verður samtykt í tinginum.

 

Sambandsflokkurin legði eitt uppskot um tað sama fram á tingfundinum fríggjadagin.

 

Sum skilst er ætlanin, at Løgtingið skal hava 1.viðgerð av hesum uppskotum áðrenn tingið fer heim, men ætlanin er eisini at tingiið verður kallað saman aftur til at avgreiða hesi mál, áðrenn tingsetan formliga endar.