fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 13°C

Vindur 10.8m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 17.06.2017 (09:25)

Nú kemur frágreiðingin

Ágangurin hevur verið ógvusligur og er tað framvegisd á landsstýrrismannin við fiskivinnumálum í sambandi við, at Slættaberg og Næraberg hava fingið veiðuloyvi  frá tveimum línuskipum.

 

Landsstýrismaðurin er kærdur til landsstýrismálanevndina og reiðaríni hava kært landsstýrismannin til Løgtingsins umboðsmann, tí hann hevur givið boð um at taka veiðuloyvini aftur frá Næraberg og Slættaberg 26. juni.

 

Landsstýrismaðurin sigur, alment, at hann ikki visti, at hendan flytingin er farin fram, men teldupostar frá Vørn vísa, at landsstýrismaðurin er kunnaður.

 

Fyri at fáa greiðu á málinum hevur Høgni Hoydal biðið um frágreiðingar frá øllum pørtum í almennu fyrisitingini - tað vil fyrst og fremst siga Fiskimálaráðnum og Vørn - og so kemur hann við einari almennari frágreiðing.

 

Landsstýrismaðurin hevur eisini svarað surningum frá Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin, um sama mál. Har sigur Høgni Hoydal at hetta ikki kann samanberast við málið, sum Løgtingsins Umboðsmaður fanst at, tí tá vóru flytingarnar av loyvum gjørdar av beráddum huga.

-ìhesum førinum er eitt mistak hent, sum vit hava rættað, sigur landsstýrismaðurin í svari til Bjørn Kalsø.