fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 15.9m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.02.2016 (14:21)

Nú kemur gongd á politikkin

Tað hevur friðarligt í tinginum síðani á nýggjárinum, men nkemur ferð á aftur.

 

Seinasti framløgudagur í hesi tingsetuni er 7. marts, so nú koma uppskotini á løgtingsskrivstovuna.

 

Úrlandsstýrinum er 17 ymisk uppskot komin í dag og eftir ætlan kom fimm-sjey uppskot afturat áðrenn seiansta framløgudag. Harumframt kemur andstøðan við nøkrum uppskotum - helst fleiri enn 10.

 

Tingfundur verður mikudagin klokkan 11.

 

Uppskotini frá landsstýrinum í dag snúgva seg millum annað um: Uppskot til broyting í matvørulógini, uppskot til broytingar í løgtingslóg um serskúla, uppskot um broyting í løgtingslóg um grind og annan smáhval, uppskot til broyting í ársroknskaparlógini og uppskot til broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her