fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 26.04.2017 (21:53)

Nú skulu orðingarnar gerast

Tað kom sum eitt skot mánadagin, tá ið landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, boðaði frá, at nú er semja í samgonguni um eina nýskipan av fiskivinnuni.

 

Alment segði hann við Rás 2, at øll samgongan og uttanflokkakvinnan Sonja Jógvansdóttir standa aftanfyri uppskotið, sum vikuskiftið seinast var brúkt til at fáa uppá pláss.

 

Hóast semjjan var gjørd, so vildi hvørki landsstýrismaðurin ella onnu í samgonguni siga, hvat innihaldið er í samgonguni.

 

-Tað fáa tit at vita, tá ið eg komi aftur, segði landsstýrismaðurin, sum hesa vikuna hevur vitjað í London og Bru:ssel.

 

Løgmaður hevur eisini verið burturstaddur. Hann hevur verið í Reykjavík, har hann hevur hitt bæði íslendska forsetan og íslendska forsætisráðharran.

 

Í kvøld kemur Høgni Hoydakl aftur til landið. Tað vil siga, at nú kann hann fáa endaligu semjuna uppá pláss og orða tey lógaruppskot, sum gera nýskipanina til veruleika 1. januar.

 

Landsstýrismaðurin segði áðrenn hann fór avstað, at møguliga verður semjan almenn friggjadagcin, men at tað eisini kann henda, at hetta ikki verður fyrr enn í næstu viku.

 

Bæði politiska skipanin og vinnan bíða í spenningi eftir at síggja, hvat er broytt í skipanini í mun til tað, sum landsstýrismaðurin hevur lagt fram alment.

 

Ongin tingfundur er í morgin hósdagin, men fríggjadagin hittast tinfólk aftur til fundar.