Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.07.2018 (20:56)

Nú verður nýggjur landsstýrismaður settur

Teir tríggir samgonguleiðararnir, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður og Poul Michelsen, landsstýrismaður, sendu í gjár boð út um, at uppskotið um at leingja skipanina við fiskidøgum er tikið aftur.

Høgni Hoydal, sum hevur fiskivinnumál  um hendi, hevur í morgin eina fund við vinnuna og so fer eitt uppskot at koma um umsitingarætlan og um tað verða kvotur ella fiskidagar í skipanini komandi ár.

At hesin knasturin er fingin av vegnum í samgonguni, hevur eisini við sær, at løgmaður nú fer at seta eitt nýtt landsstýrisfólk í staðin fyri Henrik Old, sum legði frá sær í farna mána..

Landsstýrið hevur eisini avgjørt, at koma við einum uppskoti, sum fer at leingja barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum. Uppskotið er sent til hoyringar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her