Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 31.12.2017 (22:30)

Nýggjársrøðan: Virðiligt málbrúk um hvønn annan

Sjálvt um løgmaður í nýggjársrøðu síni legði stóran dent á, at vit eiga at virða hvønn annan og sjónarmiðini hvør hjá øðrum, so helt hann eisini at vit eiga at kjast og vera ósamd.

 

Hann vísti, at aðrastaðni ber væl til at gera breiðar semjur fyri at koma fram á leið, men her hjá okkum gongur hetta ikki so væl.

 

Hann vísti á, at aðrastaðni taka flokkar ábyrgd, sjálvt um teir ikki fáa alt sítt ígjøgnum, tí teir vilja heldur flyta samfelagið eitt sindur fram á leið og taka ábyrgd, heldur enn als ikki flyta seg.

 

Løgmaður gjørdi vart við, at við okkara orðavali grava vit ofta heldur gjáir enn ásanna, at øll skulu til fyri at samfelagið virkar, sum ein heild.

 

Løgmaður segði:

 

 

“Tí tá fólk tosa um “grammar reiðarar” gloyma tey, at teir mangan hava brotið slóð, skapt arbeiðspláss, stórar inntøkur og latið veldigar upphæddir til góð endamál.

 

 

Og tá ið fólk tosa um “tey øvundsjúku, alment settu”, gloyma tey, at uttan almennar skipanir var einki samfelag yvirhøvur. Uttan skúlar, sjúkrahús og vegir hevði vinnan havt munandi verri kor.

 

 

Hetta eru dømi um spjaðandi spjøldur.

 

 

Tí hvat hevur størri týdning - at fiska ella at skurðviðgera?

 

 

Tað ber ikki til at siga. Vit hava tørv á báðum. Steðgaði fiskimaðurin, rakti tað læknan. Steðgaði læknin, rakti tað fiskimannin.”


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her