Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 31.12.2017 (19:15)

Nýggjársrøðan: Vit eiga at standa saman og vanda okkum um orðini

Nýggjársrøðan:

Vit eiga at standa saman og vanda okkum um orðini

 

 

Tað var ikki tungt politiskt skjúts, løgmaður brúkti tá ið hann helt árligu nýggjársrøðuna.

Han nýtti heldur høvi til at heita á okkum um at standa betur saman og so vanda okkum væl um orðini. Hann vísti á, at tey orð og spjøldur vit seta á fólk og bólkar, kunnu hava ómetaliga stóran týdning. Sum dømi brúkti hann svimjaran Katrin Dagbjartsdóttir Johansen:

“Eg hevði ongantíð áður hugsað, at eg stakk út úr heildini.

Men tá eg skuldi luttaka í einari altjóða paralympiskari svimjikapping, varð orðið “brekað” brádliga sett á meg.

Hóast eg hevði livað við rørslutarni alt lívið, var tað ikki fyrr enn onnur brúktu orðið “brekað” um meg, at eg fyrstu ferð kendi meg øðrvísi. Uttanfyri”

Løgmaður vísti á, at vit hava lyndi til at seta spjøldur á hvønn annan, soleiðis, at vit kunnu tosa um tey og okkum.

Grundleggjandi snúði røða løgmans seg um,a t vit eiga at vera inkluderandi heldur enn spjaðandi heldur enn savnandi.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, staðfesti her seinasta dagin í árinum, at hetta hevur verið eitt ser gott ár við stórum inntøkum og arbeiði til allar hendur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her