Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 17.01.2017 (20:30)

Ongin semja um leiðslu á sjúkrahúsunum

Løgmaður segði tað fyri einum mánaði síðani og í kvøld segði Ólvua Klettskarð, Tjóðveldi tað sama.

 

Hvørki teirra vil ganga við til, at øll trý sjúkrahúsini verða løgd undir somu leiðslu, sum annars mælt  verður til í menningarætlanini fyri heilsuverkuið.

 

Ein felags leiðsla verður sett sum ein fortreyt fyri, at hini tilmælini í menningarætlanini fara at virka, men hesum vija tey bæði ikki taka undir við. Tað vilja heldur ikki andstøðutingfólk við tilknýti til Norðoyggjar.

 

Somu fólkini vilja heldur ikki, at tilbúgvingin á Klaksvíkar sjúkrahúsið verður niðurløgd, tá tunnilin millum Havnina og Eysturoynna er liðug í 2019 ella 2020.

 

Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Sirið Stenberg, Tjóðveldi, hevur boðað frá, at aðalorðaskifti verður um  menningarætlanina í hesi tingsetuni og eftir tað skal ein støða takast til, hvussu heilsuverkið verður skipað.