Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 28.02.2017 (11:17)

Ongin semja um nýskipan við Sambandi

Tað kemur onki semingsuppskot millum Sambandsflokkin og samgonguna fram áðrenn klokkan 14 í dag, tá ið seinasta freist er at lata tinginum uppskot til viðgerðar í hesi tingsetuni.

 

Ongin vil enn formliga siga, at samráðinganar eru slitnaðar, tí partarnir hava enn samband, men okkara keldur siga, at alt ov langt er millum partafrnar til, at eitt uppskot verður lagt fram.

 

Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hava sagt, at uttan mun til um semja fekst við Sambandsflokkin, so verður eitt uppskot lagt fyri tingið í dag.

 

Nú alt bendir á, at ongin semja fæst um eitt uppskot, so leggur samgongan sítt egna uppskot fram.

 

Talan verður sostatt ikki um nakra breiða semju, men hinvegin, so kunnu tingingarnar halda fram eftir at eitt uppskot er lagt fram.

 

Sambandsflokkurin hevur fingið trygd frá samgonguni fyri, at fekst ongin semja, so sleppur Sambandsflokkurin at leggja sítt egna uppskot fram eftir evstamark. Til tess krevjast 17 atkvøður frá tingfólkum.

 

Tingfundur er í løtuni.