Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 04.10.2017 (10:29)

Ósemja um tøl

Føroya løgting hevur í dag havt orðaskiftið um fíggjarlógina fyri 2018.

 

Hetta er 1.viðgerð av uppskotinum, sum var lagt fram í næstu viku. Fyri tað mesta hevur orðaskiftið verið tamt, men eina løtu harðnaði tað eitt sindur, tá ið formaðurin fyri Fólkaflokkin segði, at landsstýrið fiflaði við tølum um hvussu nógv fleiri eru í arbeiði hjá tí almenna í dag.í mun til  í fjør.

 

Tingmaðurin segði, at Kristina Háfoss, landssstýriskvinna, brúkti tøl við Hagstovuni sum keldu, sum eru tøl sum eru broytt frá í vár, tá ið karmarnir vóru viðgjørdir.

 

Stríðið snýr seg um, um tað eru fleiri til arbeiðis í dag hjá tí almenna og um nakar vøkstur er í privatu vinnuni.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her