fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 02.03.2017 (09:57)

Ov stórar íløgur og manglandi haldføri

  Búskaparráðið kom í dag við síni várfrágreiðing.

Frágreiðingin hesaferð brýtur ikki so nógv frá teimum seinastu. Búskaparfrágreiðingin heldur, at búskapurin er góður og væntar ein vøkstur í BTÚ fyri í ár uppá sløk sjey prosent.

 

Kortini er peikifingurin á lofti. Víst verður á risastóru íløgurnar hjá landið, kommunum og almennum feløgum og nevnt verður eisini, at ov lítið loypir av á fíggjarlógini í teimum góðu tíðum vit hava. 

 

Búskaparráðið finst eisini at, at onki verður gjørt fyri at tryggja fíggjarligum haldføri. Tey siga, at fólkaframskrivingin hjá Hagstovuni er ikki broytt munandi og tískil eru útlitini fyri at haldførisavbjóðingin er ikki minni. Tí eru framvegis tørvur á politiskum átøkum, sum tillaga búskapin til broyttu aldurssamansetingina. Eissini eiga átøk at verða gjørd sum minka fráflytigina úr Føroyum.

 

Tilfeingisvinnan er vaksin lutfalsliga nógv síðani 2009 - tað vil siga uppsjóvarvinnan og alivinannan. Hinvegin er bæði framleiðsluvinnan og tænastuvinnan lutfalsliga stagneraðar.

 

Sverri Hansen er formaður í Búskaparráðnum