fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.07.2017 (13:45)

Pensjónirnar fyri tingið í heyst

Løgmaður hevur framvegis eina vón um, at tað ber til at fáa eina semju um nýggja pensjónsskipan.

Hann segði:

-Tað hevur verið drúgt at fyrireika nýggja pensjónsskipan, men tað hevur verið neyðugt.

Løgmaður segði, at nýggja pensjónsskipanin fer at lyfta fátækastu pensjonistarnar upp og at karmarnir um ellisárini verða betri.

Hann segði eisini, at sjálvandi verður tað soleiðis, at tey sum hava hug og orka at arbeiða eftir at tey eru komin til pensjónsaldur, fáa møguleikan til tess, men hinvegin kunnu tey sum eru niðurslitin pensjonerast, tá ið tey røkka pensjónsaldurin.

Skipanin verður løgd fyri tingið í heyst og tað verður ein skipan har fólk sjálvi spara saman, samstundis, sum hon verður gjørd meira samhaldsføst, segði løgmaður


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her