Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 07.04.2018 (11:03)

Politikarar og arbeiðsgevarar dumpa lønina

Broytingar í lógini um nær útlendingar kunnu sleppa til Føroyar at arbeiða hevur havt bæði sosiala og lønardumping við sær.

 

Tað segði Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverarafelag, tá ið hann var gestarøðari á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum.

 

Í røðu síni fanst hann hvassliga at , hvussu útlendingar koma higar at arbeiða fyri lønir, sum liggja langt undir tímalønini í Føroyum. Hann segði, at arbeiðstakarin betalir meira enn sjey til 10 evrur um tíman, sum handverkarnir fáa, men at tað eru millummenn, sum fara avstað við størstu upphæddini.

 

Útlendingar sum arbeiða í Føroyum undir slíkum viðurskiftum, eru uttanfyri allar skipanir og Eli Brimsvík nevndi, at hann kendi fleiri dømir um útlendingar, sum hava fingið skaða, sum ikki hava torað at fara til lækna av ótta fyri at  verða sendir av landinum.

 

Eli Brimsvík fanst eisini at lønini til handverkarar, sum hann sigur liggur um helvt av tí, sum føroyskir handverkarar fáa uttanlands.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her