Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 19.12.2016 (14:28)

Rættingar og nýggjur lækni til Runavíkar

Løgtingið ætlaði aat fara í jólafrí fríggjadagin, men tað eydnaðist ikki at gera viðgerðina av fíggjarlógini fyri næsta ár lidna.

 

Hendan viðgerð er uppafturtikin í dag og samgongan saman við Miðflokkinum og Nýggjum Sjálvstýri hevur fleiri broytingar. Ein av teimum er, at ein kommunulækni afturat verður settur í Runavík umframt ein laborantur. Eitt hjartamál hjá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.

 

Andstøðan hevur eisini lagt eini 22 broytingaruppskot fram og tað er millum annað hesi, sum tingfólk viðgera nú.

 

Á tingfundi í dag er ætlanin eisini at hava 1.viðgerð av einum uppskoti um stuðul til privatu miðlarnar. Eitt uppskot, sum landsstýriskvinnan við mentamálum, Rigmor Dam, hevur lagt fram. Harumframt skal eykajáttanarlógin fyri omktober - har eykapengar til saltsilona eru  á - og eykajáttanarlóg fyri desember viðgerast á dagsins fundi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her