fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 25.08.2017 (10:18)

Rannsóknarskip skundast ígjøgnum

Løgtingið hevur fund nú fyrrapartin og fyrstu mál á skránni eru húsarhaldskúlin í Klaksvík og nýtt havrannsóknarskip.

Hetta er ein rætting í mun til upprunaliga uppskotið og tað fór gjøgnum tingið nú við ongari atkvøðu ímóti.

Tað sum nú verður viðgjørt er nýtt havrannsóknarskip. Har skal játtast nakað av pengum afturat til eyka útgerð og so skal tryggjast at MEST eisini fær tey átta prosentini í studningi, sum stendur í lógini um skipabygging.

 

Ongin tingfundur verður eftir ætlan í næstu viku, so ætlanin er at víkja frá tíðarfreistini fyri at fáa málið samtykt. Talan er um eina játtan uppá slakar 300 milljónir krónur.

 

Sáttmálin við MEST er galdandi  til hálvan september, men tingið hevur ikki fundir fyrr enn langt inni í september tí Útnorðurráðið hevur fund nú og 2.september fer vinnunevndin til Japan.

Framsøgukvinnan hjá Javnaðarflokkinum, Helena Dam á Neystabø, grundgav við at siga, at málið var viðgjørt undan summarsteðginum, men fall burtur, tá ið tingið fór heim.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her