fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 07.02.2017 (11:05)

Revsilógin skal broytast

Revsilógin var yvirtikin í 2009 og tørvur er á dagføringum í lógini.

 

Løgmaður hevur lagt eitt uppskot fram, sum hevur  dagføringar av partinum, sum hevur við kynslig brotsverk at gera.

 

Jónleif Johannesen, framsøgumaður Javnaðarflonsins  fór gjøgnum partar av viðmerkingunum til lógina í sínari røðu. Í viðmerkingunum stendur, at rættast hevði helst verið at dagført alla lógina, men tað tekur langa tíð, so hann helt, at rættast er at gera hesar dagføringar, sum vit eisini partvís hava fingið álagt av ST at gera.

 

Eitt annað er, at fyri fyrstu ferð er ein aprtur av revsilógini orðaður á føroyskum.

 

Millum broytingarnar í revsilógini er at fyrningarfreistin verður longd, tá ið tað snýr um kynslig brotsverk.