fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 07.02.2017 (11:20)

Revsiváttanin verður ikki reinsað

Framsøgukvinnan fyri Fólkaflokkin, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, fegnaðist serliga um broytingarnar í revsilógini, sum hava við sær, at revsiváttanin hjá teimum, sum gera seg inn á børn kynsliga og verða dømd fyri tað, ikki verður reinsað.

 

Ikki fyrr enn viðkomandi er fyltur 80 ár

 

Løgtingskvinnan heldur hetta hava serligan týdning, tá ið barnaváttan verður brúkt. og hesar verða vanligar brúktar, tá ið fólk verða sett í starv at taka sær av børnum.

 

-Tað er soleiðis, at hetta við galdandi lóg verður strikað, tá ið nøkur á eru farin. Eg vil fegin rósa løgmanni fyri, at nú verður ein slíkur dómur standandi til viðkomandi er fyltur 80 ár, segði Elsebeth Mercedes Gunneygsdóttur, Fólkaflokkurin


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her