fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 4.5m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 20.12.2018 (03:13)

Rigmor reið stormin av

Hóast orðaskiftið var langt og drúgt, og tingfólk ikki sluppu at atkvøða fyrr enn eftir klokkan trý í nátt, so yvirlivdi landsstýriskvinnan misálitið.

 

15 atkvøddu fyri og 15 ímóti, meðan tríggjar atkvøður vóru blankar. Fyri at eitt misálit kann samtykkjast, so skulu minst 17 tingfólk atkvøða fyri uppskotinum.

 

Landsstýriskvinnan legði seg flata, tá ið hon tók orðið og segði seg taka fulla ábyrgd av tí, sum er hent á Glasi. Hon segði eisini, at hon hevði tikið væl móti einari kanning av onkrum slag.

 

Men landsstýriskvinnan við mentamálum eitur framvegis Rigmor Dam.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her