Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 10.01.2018 (19:58)

Ríkisrættarliga støðan avgerandi

Tað stendur rættuliga greitt eftir at Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, Sjúrður Skaale, Sambandsflokkurin, og Høgni Hoydal, Tjóðveldi, høvdu havt orðið á fundinum um stjórnarskipanina, at viðurskiftini muillum Føroyar og Danmark er skógvurin í skónum.

 

Ymisk onnur ting telja sjálvandi eisini, men tá ið komið verður til niðastu reglu, so er tað stríðið millum Sanbandsflokkin og restina um ríkisviðurskftini, sum er forðingin fyri felags semju.

 

Stríðið  um eina stjórarskipan í mun til grundlógina er enn ein spurningur, sum Sambandsflokkurin heldur seg nógv til, meðan hinir flokkarnir halda seg til tað, sum danski forsætisráðharrin hevur sagt, at hetta uppskotið kann setast í gildi uttan at tað fer at ávirka viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.

 

Høgni Hoydal,Tjóðveldi, segði púra greitt, at hann fer at seta stjórarskipanina omanfyri donsku grundlógina.

 

- Tað stendur griett, at evsta valdið er hjá fólkinum í Føroyum, so sjálvandi verður stjórnarskipanin omanfyri donsku grundlógina, segði Høgni Hoydal.

 

Sjúrður Skaale, Javnaðarflokkurin, vísti á, at að ikki ber til at gera hetta eftir jura, tí vit eru langt síðani farin út um grundlógina.

 

-Vit áleggja skatt og vit gera lógir. Tað ber ikki til sambært grundlógina, segði hann.

 

Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin,  vísti greitt á, at hansara flokkurin fult og vist viðurkennir grundlógina og tí kann stjórnarskipanin ikki fara upp um grundlógina.

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her