fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 01.08.2017 (10:14)

Ringar tíðir koma, men vit vita ikki nær

Samgongan setti sær fyri, at fáa naklrar nýskipanir.

 

Nú er stjórnarskipanin løgd alment fram til hoyringar og vónandi fer eitt samt Løgting at senda uppskotið til fólkaatkvøðu næsta ár, segði Annita á Fríðriksmørk, framsøgukvinna fyri Tjóðveldi.

 

Hon vísti á, at talan er ikki um eitt samgongumál og tí vónaði hon, at allir flokkar kunnu semjast um uppskotið, sum helst enddar í eianri grein 25 - nevnd við umboðum fyri allar flokkar..

 

Størsta avbjóðingin hjá føroyskum samgongum er at gera broytingar í góðum tíðum. Tað hava vit ikki dugað serliga væl - og tí er tað ofta onnur, sum noyða okkum at gera broytingar, tá ið ella stendur til.

 

Hendan samgongan hevur sett sær fyri at gera broytingarnar nú, meðan tíðirnar eru góðar. Tað ger, at sveiggini eru minni, segði Annita á  Fríðriksmørk.