fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 4.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 20.05.2017 (09:17)

Ringur stemningur millum andstøðu og samgongu

GREINING: Tað gjørdist ein langur og hvassorðaður dagur í Løgtinginum í gjár.

Og enn einaferð var tað politiska stríðið um samkynd, sum var handan orðafloymin um alt møguligt annað.

 

Kæran til landsstýrismálanevndina um, at løgmaður hevði brotið stýrisskipanarlógina við sjálvur at staðfesta, at grein 14, stykkið 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin, elvdi til harðan orðadrátt og at enda eitt misálitisuppskot á løgmann.

 

Landsstýrismálanevndin var ikki samd í niðurstøðu síni. Tey tvey andstøðuumboðini, Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri og Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, skriva, at løgmaður hevur framt brot á stýrisskipanarlógina í málinum, meðan umboðið fyri samgonguna , Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, hevði sína egnu niðurstøðu, har hon sigur at løgmaður hevur ikki framt hetta brot.

 

Landsstýrismálanevndin hevur ikki heimild at revsa nakran, men legði niðurstøðurnar fyri tingið. Hetta fekk tríggjar av andstøðuflokkunuma t leggja eitt misálitisuppskot fram móti løgmanni.

 

Men skjótt var greitt, at tað ikki fór at fáa meirluta. Samgongan stóð saman og so er løgmaður friðaður.

 

Tað ísti seg eisini, at tá ið atkvøtt var, so atkvøddu 15 fyri misálitinum meðan 17 vóru ímóti. Ein atkvøða var blank.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, segði undir orðaskiftinum heilt greitt, at hann fór ikki at atkvøða fyri einum misáliti og tað gjørdi hann so heldur ikki.

 

Orðaskiftið í gjár og misálitisuppskotið er partur í stríðnum um at geva samkyndunm rætt at giftast. Tey, sum eru ímóti, hava barst - og berjast enn - fyri at forða fyri, at hetta skal lata seg gera. Men samgongan situr saman við Sonju Jógvansdóttir á 17 tingsessum og so leingi tey atkvøða tað sama, so vinna tey allar atkvøðugreiðslur í Løgtinginum.

 

Stemningurin hevur ikki verið serliga góður millum andstøðu og samgongu í seinastuni. Andstøðan ger hvat hon kann fyri at leggja fótonglar fyri samgonguna. Hetta tí, at tey bert eru 17. Fáa tey ein tingmann at at lata vera við at atkøða ella atkvøða ímóti uppskotum frá samgonguni, so fellur tað.

 

Samgongan hevur eisini valt at arbeiða eins og fyrrverandi samgongan. Tað tykist sum alt tos um breiðar semjur, gjøgnumskygni og klárar mannagongdir er viknað, síðan hendan samgongan tók við.

 

Andstøðan, sum legði misálit á løgmann fram í gjár, segði undir seinastu samgongu at fær eitt misálitisuppskot ikki undirtøku í tinginum, so er tað ein álitisváttan á tann, sum misálitið er lagt á.

Spurningurin í dag er um tey hava somu áskoðan.

Dagurin í gjár prógvaði ógvuliga greitt, at breiðar semjur verða ógvuliga torførar at gera í tíðarskeiðnum, sum er eftir hjá hesi samgonguni.