fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 02.09.2017 (17:16)

Róland klárur at fara í vinnu

Har vóru bæði løgmaður og borgarstjórin í Runavík, tá ið Róland hjá Bakkafrost legði at bryggju á Glyvrum, liðugt umbygdur hjá Mest.

 

Men har var eisini hópur av fólki at taka ímóti og eisini hugdu at nýggja fyrisitingarbygninginum hjá føroysku risafyritøkuni.

 

Løgmaður rósti teimum á Bakkafrost fyri áræði og dugnaskap, meðan borgarstjórin á Glyvrum helt qeina tí mest mergjaðu røðuna hann nakrantíð hevur hildið. Hon var bygd  um Roland, sum var ein av tólvjavningunum, sum vit kenna frá stríðnum í Runsivali.

 

Hetta var brúkti í samabandi við ein av brøðrum, Róland á Bakka, sum seinasta skipið eitur eftir. Fyritøkan eigur nú seks skip og 55 alibátar í ymiskum støddum.

 

Tilsamans eru nú 37.000 fermetrar undir taki á Glyvrum, upplýsti Regin Jacobsen, stjóri í sínari røðu. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her