fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.04.2017 (17:34)

Royndu at fella samgonguna

Framsókn hevur havt landsfund í dag og formaðurin Poul Michelsen, landsstýrismaður, legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann lýsti leiklutin hjá Sambandsflokkinum í sambandi við samráðingarnar um fiskivinnunýskipanina.

 

-Framsókn er av teirri fatan, at Sambandsflokkurin, sum í byrjanini segði seg vilja breiða semju, broytti kós og valdi heldur at royna at fella samgonguna. Ein illa umhugsað avgerð, sum ikki - hvørki á stuttu ella longu breytini - gagnar okkara høvuðsvinnu, segði Poul Michelsen, formaður.

 

Hann segði eisini, at Framsókn hevur gjørt eina avtalu við hinar flokkarnar í samgonguni, sunm tey kortini ikki halda samsvarar við tað, samgonguflokkarnir fóru til val uppá, ásannandi at breið semja ikki fekst.

 

-Men hetta er ein avtala, sum fara at vera trúgv ímóti, segði Poul Michelsen á landsfundinum hjá Framsókn