fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 07.02.2017 (20:15)

Samgongan og Sambandi samráðast

1.januar komandi ár skal ein nýggj lóg um vinnuligan fiskiskap virka. 

 

Galdandi lóg fer úr gildi nýggjársaftan komandi og tí er neyðugt við einari nýggjari lóg, skal vinnan framvegis sleppa at virka.

 

Fleiri royndir eru gjørdar at finna eina politiska semju um, hvussu vinnan skal skipast, men tað sum er  í gongd júst nú eru samráðingar millum samgonguna og Sambandsflokkin. Fýra kjarnupunkt skulu loysast, skal semja fáast.

Fyrst og fremst hvussu stórur partur av rættindunum skal seljast um uppboðssølu, hvussu umsetiligheitin skal vera, fiskidagar ella kvotur og hvussu langa tíð rættindini skulu galda.

 

Hetta verður kjakast um júst nú, men um tað eydnast at finna semju er ivasamt. Tað er eisini ivasamt, hvussu sterkur Javnaðarflokkurin stendur aftanfyri uppskotið, sum samgongan roynir at fáa uppá pláss.