fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 10.7m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 16.03.2018 (14:51)

Samgongan roynir at styrkja seg

Samgongan er hart trýst í hesum døgum, tí tað ber ikki til at fáa mál úr fíggjarnevndini.

 

Orsøkin er fyrst og fremst tann, at Kristin Michelsen ikki vil skriva undir álitini, sum hini trý samgonguumboðini vilja leggja fram.

 

Kristin Michelsen sigur, at hann fer at taka støðu í tingsalinum. Fyri at eitt álit kjann leggjast fram, skulu minst fýra undirskriftir til.

 

Hendan støðan hevur fingið teir tríggjar samgonguleiðararnar til arbeiðis. Teir royna at tryggja sær styrk til samgonguna. Í allan dag hava tingingar verið í tinghúsinum við fleiri partar - bæði við Sjálvstýri og við fyrrverandi næstformannin í Sambandsflokkinum , Magna Laksáfoss.

 

Samgonguleiðararnir hava eisini her seinnapartin havt fund við Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu.

 

Samgonguleiðararnir siga, at teir hava eina minnilutasamgongu, men at tann skipanin ikki virkar, tí andstøðan blokerar arbeiðnum í fíggjarnevndini.

 

Ilt er júst nú at vita, hvørjum tingingarnar enda við, men fíggjarnevndarfundur er aftur mánamorgunin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her