Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 12.12.2017 (21:01)

Samgongan stóð saman og samtykti fiskivinnunýskipanina

Tvær ferðir var neyðugt at leggja uppskotið fram og nógvar broytingar eru gjørdar og umframt taðhevur samgongan verið gjøgnum nógvar ferðir, áðrenn tað í kvøld endaliga eydnaðist at samtykkja uppskotið um fyrisiting av sójeingi endaliga.

 

Endaliga atkvøðagreiðslan  vísti 18atkvøður fyri og 15ímóti. Bill Justinussen, Miðflokkurin atkvøddi fyri uppskotinumsaman við samgonguni.

Atkvøðast skuldi fyrst um um flleiri broytingaruppskot áðrenn komið var til seinastu atkvøðugreiðsluna um uppskotið hjá landsstýrismanninum við fiskivinnu, Høgna Hoydal.

 

Nú er uppskotið samtykt og kemur fyri ein aprt í gildi 1.januar. Lógin um fyrisiting  av sjófeingi avloysir  lógina um vinnuligan fiskiskap, sum hevur verið virkin síðani níti-árini.

 

Helst størsta broytingin er, at ein partur av fiskiveiðurættirættindunum verður seldur yvir eina almenna uppboðssølu. Anti-trust reglur koma eisini í gildi og tað nýggjasta er, at 8,5 prosent av øllum verður sett av til menningarkvotur.

 

Farið verður eisini frá fiskidøgum til kvotur á heimaleiðunum, men hetta verður ikki sett í gildi fyrr enn 1.januar 2019.  

 

Í orðaskiftinum  fanst andstøðan grundleggjandi at hesum, eins og hon fanst at stórum pørtum av lógaruppskotinum. 

 

Nú er lógin samtykt og báðir tingmennirnir av Tvøroyri, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, atkvøddu fyri uppskotinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her