Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 10.02.2017 (09:55)

Samgongufundur um fiskivinnuna

Seinastu dagarnar hava samráðingar verið millum samgonguna og Sambandsflokkin um nýggja fiskivinnuskipan.

 

Sambandsflokkurin hevur gjørt sítt egna uppskot eins og landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, vegna samgonguna hevur eitt annað.

 

Partarnir hava roynt at finna eitt felags uppskot og sum skilst eru partarnir komnir rættuliga langt. Spurningurin um uppboðssølu er vendur og tað bendir á, at verða hesir partar samdir, so verður byrjað við at 20 prosent av rættindunum verða seld um eina uppboðssølu. 

 

Rættindini sum reiðaríni fáa fara at  røkka yvir átta ár og tað fer at bera til hjá einstøkum reiðaríum  at selja kvotur til onnur at fiska uttan avleiðingar.

 

Verður hinvegin talan um at selja rættindini, so skal tað um eina almenna uppboðssølu.

 

Sjálvandi eru nógv ókent í tí sum partarnir eru komnir fram til enn, men tað sær út til, at ein semja við Sambandsflokkin er lættast gongda leiðin hjá samgonguni, verður nýggja fiskivinnuskipanin gjørd nú.

 

Og landsstýrismaðurin eins og løgmaður hava sagt, at eitt uppskot verður lagt fram í tinginum í seinasta lagi í endanum av hresum mánaðinunm.

 

Í dag skal samgongan so svara um hon tekur undir við tí, sum samgongan higartil hevur fingið semju um við sambandsflokkin.