fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 4.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 25.08.2017 (13:18)

Samtykt at víkja frá tíðarfreist

Løgtingið hevur júst á tingfundi samtykt at víkja frá tíðarfreistini í samband við at játta meira pening til havrannsóknarskip.

 

Seks tingfólk bóðu tingið taka støðu til, at hetta var gjørt. Fyri at tað kann lata seg gjera, so skulu 20 tingfólk atkvøða fyri og í dag atkvøddu 22 fyri at víkja frá tíðarfreistini.

 

Onkur andstøðufólk vildu hava at vita um tingfundur er mánadagin, men tað svaraði formaðurin ikki uppá. Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, helt ikki, at neyðugt var at víkja frá tíðarfreistini um tingfundur kortini verður mánadagin.

 

Uppskotið um at víkja frá øllum tíðarfreistum var altso samtykt