fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 21.10.2017 (10:19)

Sjálvstýri landsfund

Sjálvstýri byrjaði landsfundin klokkan 9 í morgun.

 

Fyrri parturin er tann formligi parturin við formansfrágreiðing og valum til nevndir og annað, meðan politiskt kjak verður klokkan 13 og tá er fundurin opin fyri miðlunum.

 

Flokkurin hevur verið partur av andstøðuni higartil, men boðaði herfyri frá - tá í uppskot um fíggjarlóg fyri 2018 var lagt fram - at flokkurin hevur gjørt avtalu við samgonguna um at flokkurin er partur av einari semju um hvussu fíggjarlógin skal síggja út komandi ár.

Tað verður sjálvandi partur av kjakinum eins og fráboðanin frá formanninum um, at hann fer at leggja eitt uppskot fram, sum skal bannað burka og niqab í føroyska samfelagnum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her