fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 25.08.2017 (10:39)

Skilir væl atfinningarnar

Loksins sær tað út til, at sáttmálin um at byggja nýtt havrannsóknarskip verður undirskrivaður endaliga.

 

Skipasmiðjan MEST kann krevja nýggjar samráðingar eftir hálvan september og tí hevur tað skund at fáa málið avgreitt í dag.  Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði í sínari røðu, at hann skilir tær atfinnignar, sum eru ímóti at víkja frá tíðarfreistini.

 

Hann segði, at málið var væl og virðiliga viðgjørt undan summarfrítíðini, tí ber til at víkja frá tíðarfreistini, hóast tað ikki er nakar góður siður.

 

Hann takkaði eisini framsøgufólkunum fyri undirtøkuna, sum málið um nýtt havrannsóknarskip hevur fingið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her