Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 14.08.2018 (11:21)

Spenningurin veksur um menningarkvoturnar

Lanstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, boðaði fríggjadagin frá, at menningarkvoturnar fóru at verða lætnar í gjár.

 

Men hvørki almenningurin ella tey, sum hava søkt um kvotu, fingu nakað at vita í gjár. Heldur ikki er komið nakað frá landsstýrismanninum, um hví tær ikki komu í gjár.

 

Vit hava ikki fingið samband við landsstýrismannin í dag, men hava frá øðrum keldum fingið at vita, at kvoturnar verða lætnar í dag.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, var burturstaddur um vikuskiftið, men sum vit hava skilt, so gekk heimkoman til Føroyar ikki eftir ætlan. Landsstýrismaðurin skuldi koma fyrrapartin í gjár, men kom ikki til landið fyrr enn seint í gjárkvøldið.

 

Rin nevnd hevur gjørt eitt tilmæli um, hvussu menningarkvoturnar skulu útlutast, men formlikga er tað landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, sum letur tær út.

 

Nevndin var liðug við sítt arbeiðið undan ólavsøku og síðåani hevur fyrisitingin gjøgnumgingið allar umsóknirnar og  skrivað hvørjum einstøkum umsøkjara svar.

 

Eftir lógini um fyrisiting so skulu bæði tey, sum fáa kvotur og tey sum ikki fáa, hava eitt svar, sum grundgevyur hví tey ikki fáa - ella fáa, menningarkvotur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her