fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 30.07.2017 (19:30)

Sterk heilsuøkir við heilsudeplum

Ein menningarætlan er gjørd fyri heilsuverkið.

 

Høvuðsendamálið er sjálvandi sjúkrahúsini, men arbeitt verður nú eisini av álvara við at skipa heilsudeplar kring landið, har borgararnir skulu fáa veitt eitt fjølbroytt úrval av heilsutænastum.

 

Eftir fyriliggjandi ætlanum hjá samgonguni, so fer landið at yvirtaka hetta økið frá kommununum.

 

Hesin parturin av heilsuverkinum verður reguleraður í fleiri ymsum lógin, og tí fer at verða orðað nýggj lóg, sum fevnir um hetta økið. Henda umskipan fer at hava við sær, at hesin parturin av heilsuverkinum skal uppraðfestast munandi: Fleiri starvsfólk, eisini kommunulæknar, og eftirútbúgving av m.a. sjúkrarøktarfrøðingum. 

 

Somuleiðis verður arbeitt við at økja um normeringina av kommunulæknum. Tørvur er eisini  at útbúgva fleiri kommunulæknar.

Skipanin hevur verið soleiðis, at tveir læknar árliga kundu fara undir kommunulæknaútbúgving í Føroyum. Í 2017 var játtanin til útbúgving; nú kunnu tríggir læknar fara undir serútbúgving í Føroyum til kommunulækna.

 

í løgmansrøðuni verður eisini víst á, at tríggir nýggir kommunulæknar júst eru settir í fast starv.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her